Á ferð kring landið við Tórði Mikkelsen og Jógvani Eli Dam
Í kvøld vitjar Frætt og fregnað gomlu bygdina Lamba, ið serliga er kend fyri Norsku Løvu - søguliga skipið, ið skuldi vera fult av gulli og endaði sínar dagar á Lambavík fyri 300 árum síðani.
Fleiri ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men í Lamba hava tey ikki mist vónina um at finna hetta serliga skip.
Í seinastu Frætt og fregnað hesu megin summarið, lýsa myndamaðurin, Jógvan Eli Dam, og verturin, Tórður Mikkelsen, eisini onnur evni í Lamba, eins og teir vitja aðra staðni í landinum.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.
Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.
Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam