- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011.
Oyndarfjørður er ein gomul og sera hugnalig bygd, har umleið 150 búleikast. Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Oyndarfirði, har vit m.a. hitta eina unga kvinnu, sum hevur stórar ætanir við gamla handlinum hjá abbanum. Hesin gamli úthandil skal nú gerast eitt verulgit tilboð til ferðafólk, sum vitja bygdina.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.