Kári P. Højgaard sleppur at halda fram í landsstýrinum

bannari
Kári P. Højgaard sleppur at halda fram í landsstýrinum
Sambært einum svari, sum løgmaður hevur givið Høgna Hoydal, løgtingsmanni, verður landsstýrismaðurin í innlendismálum ikki koyrdur frá
Sambært løgmanni verður Kári P. Højgaard sitandi í landsstýrissessinum
 
03.09.2013 - 09:42

Løgmaður ætlar ikki at koyra Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann í innlendismálum. Tað er greitt, nú løgmaður í morgun hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

Høgni Hoydal spurdi millum annað: Ætlar løgmaður at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna?

Svarið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, er stutt og greitt "Nei". Og tað vil so siga, at Kári P Højgaard sleppur at halda fram í starvinum sum landsstýrismaður.

Hevur biðið um frágreiðing

Løgmaður bað í farnu viku landsstýrismannin um eina frágreiðing. Hetta hendi eftir at Kringvarpið legði fram nøkur skjøl, har embætisfólk í Innlendismálaráðnum settu stór spurnartekn við lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin -  skjøl, sum ikki komu í tingið saman við lógaruppskotinum, og sum almenningurin heldur ikki fekk innlit í. Frágreiðingin skuldi vera liðug í dag.

Løgmaður hevur sagt, at hann fór at taka støðu til landsstýrissessin hjá Kára P Højgaard, tá hann hevði fingið frágreiðingina. Men nú hevur løgmaður eftir øllum at døma tikið støðu: Kári P Højgaard verður verandi í landsstýrissessinum, sæst av svarinum til Høgna Hoydal í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392