Vilja hava misálit á løgmann

bannari
Vilja hava misálit á løgmann
Andstøðuflokkarnir arbeiða við einum uppskoti um misálit, sum verður lagt fram í tinginum í dag
Uppskotið um misálit verður lagt fyri tingið hvørja løtu
 
10.10.2013 - 12:00

Andstøðuflokkarnir vilja hava løgtingið at samtykkja misálit á løgmann, í kjalarvørrinum av handfaringini av málinum um Eysturoyartunnilin.

Kringvarpið skilir, at Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn fyrireika eitt uppskot, sum verður lagt fyri tingið í dag.

Tá uppskot um misálit verður lagt fram, steðgar viðgerðin av øllum øðrum málum, og tingið fer at viðgera uppskotið um misálit.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809