KÍ føroyameistari og evropeiskt met

KÍ føroyameistari og evropeiskt met
KÍ kvinnurnar vunnu í dag sítt fjúrtanda FM-heitið á rað, og eru har við ájavnar metið hjá Skonto Riga
KÍ kvinnurnar eru FM-vinnarar fjúrtanda árið á rað (Mynd: Margit G. Joensen)
 
12.10.2013 - 18:25

Við 9-0 sigri á ÍF í Fuglafirði tryggjaði KÍ-kvinnurnar sær í dag sítt fjúrtanda FM-heitið á rað. Hetta FM-heitið er serstakt, tí tað hevur við sær, at KÍ-kvinnurnar eru komnar ájavnt met, sum menninir hjá Skonto Riga úr Letlandi eiga.

Skonto Riga vann fjúrtan meistaraheiti á rað frá 1991 til 2004, men nú hava KÍ-kvinnurnar gjørt tað sama. Tær hava verið FM-vinnarar síðani ár 2000.

KÍ-leikarin, Rannvá Andreasen, sigur við Kringvarpið, at tær vilja gera nógv fyri at eiga metið einsamallar: Tað er flott, at vit nú eisini eru komnar upp á fjúrtan á rað, men vit fara eisini eftir FM í 2014, tí so eiga vit metið einsamallar, sigur Rannvá Andreasen.

Rannvá skey tvey av málinum í 9-0 sigrinum á ÍF. Málini tóku hana upp á 448 mál í tilsamans 292 landskappingardystum.

Tað var tó Maria K. Thomsen sum gekk á odda við málskjótingini í dag. Maria skeyt fýra mál, øll í seinna hálvleiki. Maria er eisini toppskjútti hjá KÍ í ár við tilsamans 27 málum. 

Hinir málskjúttarnir vóru: Eyðvør Klakkstein, Sigrid Jacobsen og Annika Petersen.

Endaliga støðan (faroesoccer.com):

 

1
 
18
16
1
1
100
10
+90
49
2
 
18
15
0
3
62
14
+48
45
3
 
18
12
1
5
66
24
+42
37
4
 
18
9
2
7
28
26
+2
29
5
 
18
4
0
14
17
83
-66
12
6
 
18
2
2
14
6
71
-65
8
7
 
18
1
2
15
12
63
-51
5
8
 
0
0
0
0
0
0
0
0

Toppskjúttar:

Heidi Sevdal, HB, 29 mál

Maria K. Thomsen, KÍ, 27 mál

Rannvá Andreasen, KÍ, 23 mál

 

Innsøg frá FM-sigrinum hjá KÍ verða at síggja í 3-2 mánakvøldið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558