Løgmaður ráðførir seg um kæru til WTO

Løgmaður ráðførir seg um kæru til WTO
Landsstýrið ætlar við fulltrú frá Danmark, sum er limur í WTO, at kæra ES, tí ES hevur sett í gildi handilsforðingar móti Føroyum
 
15.10.2013 - 07:55

Í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um ætlanina hjá landsstýrinum at kæra ES til WTO, heimshandilsfelagsskapin.

Landsstýrið ætlar við fulltrú frá Danmark, sum er limur í WTO, at kæra ES, tí ES hevur sett í gildi handilsforðingar móti Føroyum. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO og noyðast tí at seta álit sítt á hjálp úr Danmark.

Í Fíggjarnevndini

Hósdagin í síðstu viku ráðførdi løgmaður seg við Fíggjarnevndina um at brúka burtur av teimum sjey milliónunum, sum eru játtaðar til at fara í altjóða gerðarrætt við ES, til eisini at kæra ES til WTO.

Harafturat skulu pengarnir býtast millum ár, tí tvey ella trý ár kunnu ganga, áðrenn avgerðir fáast frá gerðarrættinum og WTO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655