Eftirlønaraldurin hækkar uppí 70 ár

Eftirlønaraldurin hækkar uppí 70 ár
Ætlanin byrjar í 2018, og síðani hækkar eftirlønaraldurin líðandi upp í 70 ár í 2043. Samstundis verður arbeitt við at mótrokna í fólkapensjónini, tá fólk hava aðra inntøku frá eftirløn
 
23.10.2013 - 09:22

Pensjónsaldurin skal hækka upp í 70 ár. Ikki í einum høggi, men hetta skal gerast so líðandi yvir eitt langt áramál.

Tað er eitt av tilmælunum, sum ein arbeiðsbólkur við embætisfólki í Almannamálaráðnum hevur latið landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen.

Tilmælið verður hildið tætt inn at kroppinum í løtuni, men landsstýriskvinnan hevur kunnað landsstýrið um uppskotið og er í løtuni í ferð við at kunna samgonguna um tað.

Kringvarpið skilir, at frá 2018 skal pensjónsaldurin hækka við einum hálvum ári, tað vil siga upp í 67 og eitt hálvt ár.

Og so er ætlanin at pensjónsaldurin hækkar við einum hálvum ári fimta hvørt ár til hann er komin upp á 70 ár.

Tað vil siga, at í 2043 er pensjónsaldurin í Føroyum 70 ár.

Ein onnur grundleggjandi broyting, sum nýggja tilmælið leggur upp til, er at mótrokna í grundupphæddini hjá fólkapensjónistunum, um teir hava aðra stóra pensjón ella inntøkur.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at grundupphæddin í fólkapensjónini hevur verið friðað, tá tað kemur til mótrokning, men soleiðis verður ikki longur.

Keldur siga fyri Kringvarpinum, at frá umleið 2018 verður mælt til at byrja at mótrokna í grundupphæddini hjá fólkapensjónistum.

Heldur ikki hetta skal gerast í einum høggi, men setast í verk so líðandi yvir eitt áramál.

Broytingin fer ikki at fevna um tey, sum eru fólkapensjónistar í dag.

Broytingin á pensjónsøkinum fer sum skilst heldur ikki at raka samhaldsfasta. tað vil siga, at møguligar aðrar pensjónir ella inntøkur verða ikki mótroknaðir í upphæddini, sum fólkapensjónistar fáa frá samhaldsfasta.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men hon váttar tó, at hon hevur fingið eitt tilmæli um pensjónir frá einum embætisbólki.

Hon sigur, at í løtuni kunnar hon samgonguna um tilmælið og ætlanin er eisini at kunna politiska fylgibólkin, sum á sinni varð settur at fylgja við pensjónsnýskipanini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andaktin
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308