Sita fýra vikur aftrat

Sita fýra vikur aftrat
Fyri triðju ferð er varðhaldsfongslingin longd av 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli
 
31.10.2013 - 14:34

Varðhaldsfongslingin hjá 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14.juli, er úti í morgin.

Men hon verður longd fýra vikur uttan rættarfund, sigur verjin, Jógvan Páll Lassen.

Politiið kannar framvegis málið, bíðað verður millum annað eftir úrslitinum av nøkrum DNA-royndum.

Kannað er eisini, hvussu vandamiklar knívsstungurnar vóru.

Tey úrslitini eru ikki komin enn.

Mentalkanningin er júst liðug.

Hon skal sendast til Rættarlæknaráðið í Danmark til ummælis.

18 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk, hevur verið í varðhaldi síðani 14.juli, tá hann varð tikin og varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring.

Varðhaldsfongslingin er síðani longd tríggjar ferðir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065