Løgmansskrivstovan spyr um innlit

Løgmansskrivstovan spyr um innlit
Fíggjarmálaráðið sum fekk spurningarnar, hevur ikki svarað enn
 
01.11.2013 - 14:37

Við at brúka regluna í stýriskipanarlógini um eftirlit við landsstýrisfólkunum hevur Løgmansskrivstovan spurt Fíggjarmálaráðið, sum hevur arvað tunnilsmálið, hví innlit ikki verður latið í uppskotið um sáttmála millum Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðið.

Løgmansskrivstovan spyr, á hvønn hátt fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna ítøkiliga verða í vanda fyri at verða verri fyri, um sáttmálin verður almennur.

Løgmansskrivstovan spyr eisini Fíggjarmálaráðið, um tað fer at spyrja CIP, hvat í sáttmálanum, CIP heldur, at lógin verjir móti innliti.

Og Fíggjarmálaráðið er eisini spurt, um tað fer at gera eina niðurstøðu úr tí, sum CIP møguliga svarar.

Og, um Fíggjarmálaráðið ger ein samandrátt av tí, sum lógin ikki verjir móti innliti, úr svarinum hjá CIP.

Løgmansskrivstovan hevur rykt Fíggjarmálaráðið eftir svari.

Fíggjarmálaráðið svaraði týsdagin í síðstu viku, at svarið kom innan eina viku.

Í dag var svarið ikki komið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364