Kristin hevur enn ikki tikið støðu

Kristin hevur enn ikki tikið støðu
Kristin Michelsen umhugsar enn sína støðu í Javnaðarflokkinum
 
03.11.2013 - 12:37

Tingmaðurin segði við útvarpið hósdagin, at nógvir veljarar høvdu vent sær til sín, tí tey eru misnøgd við, at Gerhard Lognberg er koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Kristin Michelsen atkvøddi eisini blankt, tá andstøðan reisti misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum í gjár, tí hann hevur áhaldandi órógvað arbeiðsstevið í flokkinum. Átta av níggju limafeløgum komu við uppskotinum at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg. Grundgevingin var, at Gerhard Lognberg hevur fleiri ferðir seinastu árini alment givið til kennar meiningar, sum beinleiðis stríða ímóti grundsjónarmiðum floksins, og hann hevur ikki virt avgerðirnar hjá floksleiðsluni.

Men Kristin Michelsen tekur ikki undir við viðferðini, sum nú fyrrverandi partamaðurin Gerhard Lognberg hevur fingið, og hann hevur av somu orsøk sagt formanninum, at hann umhugsar at taka seg úr flokkinum.

Kristin Michelsen sigur við útvarpið í dag, at tann støðan er ikki broytt. Hann umhugsar enn sína støðu í Javnaðarflokkinum, og hann vil ikki siga, nær hann boðar formanninum frá, um hann tekur seg úr flokkinum, ella um hann verður verandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039