Søkja eftir rektara til Studentaskúlan í Hoydølum

Søkja eftir rektara til Studentaskúlan í Hoydølum
Lønin er 50.000 kr. um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn
 
07.11.2013 - 08:49

Eitt starv sum leiðari hjá 1009 fólkum er leyst at søkja.

Mentamálaráðið søkir nú eftir rektara til Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum frá 1.januar 2014, til skúlin væntandi flytur í Marknagilsdepilin 31.juli í 2016.

50.000 kr.

Rektarin í Hoydølum fær knappliga 50.000 kr. í løn um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn. Umsóknarfreistin er til 19.november á middegi. Í skúlanum í Hoydølum eru 759 næmingar, 104 lærarar og 16 onnur starvsfólk.

Rektarin hevur eisini ábyrgdina av Miðnámsskúlanum í Suðuroynni. Har eru 107 næmingar, 19 lærarar og fýra onnur starvsfólk.

Herleif er vararektari

Mikkjal Helmsdal, sum gjørdist rektari í Hoydølum í 2007, fór í summar í annað rektarastarv í Danmark. Herleif Hammer, vararektari, varð settur í fyribils starv sum rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum.

Mentamálaráðið kannaði í summar, um fyribils setti rektarin kundi halda fram í starvinum til 2016, tá skúlin flytur í Marknagilsdepilin. Allir skúlarnir, sum fara í Marknagilsdepilin, skulu hava felags stjóra.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608