Barnahúsið lagt fyri løgtingið

Barnahúsið lagt fyri løgtingið
Uppskotið um Barnahús er nú lagt fyri tingið
 
11.11.2013 - 16:33

Annika Olsen, landsstýriskvinna, skjýtur upp, at Barnahúsið verður karmur um tvørfakligt samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og likamligan harðskap.

Hugsanin við Barnahúsinum er, at myndugleikarnir koma til barnið, heldur enn at barnið ferðast millum ymsar myndugleikar.

Barnahúsið skal verða eitt stað, har barnið og familjan kunnu fáa hjálp og stuðul, og har avhoyringar eisini verða framdar.

Eisini skal Barnahúsið samskipa læknaligu kanningarnar í málum um kynsligan ágang og likamligan harðskap.

Løgtingið hevur sett hálva millión krónur av til at skipa Barnahúsið.

10-15 mál hava verið seinastu árini, og roknað verður við, at peningurin røkkur til at seta Barnahúsið á stovn í ár og til rakstrarútreiðslur næsta ár.

Løgreglan er danskt málsøki, og Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, hevur gjørt av, at stjórnin skal seta pening av til avhoyringarútgerð, tá børn verða avhoyrd í nýggja Barnahúsinum.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, reisti málið hjá donsku stjórnini í samráð við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751