Dátueftirlitið tekur ikki støðu til loynilurting

Dátueftirlitið tekur ikki støðu til loynilurting
Stjórin í Dátueftirliti, hvørs slagorð er "Dátueftirlitið verjir tínar persónsupplýsingar", heldur ikki, at nýggi avlurtingarpakkin er teirra borð
 
14.11.2013 - 16:00

“Dátueftirlitið verjir tínar persónsupplýsingar”.

Soleiðis ljóðar slagorðið á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.

Aðrastaðni á heimasíðuni hevur Dátueftirltið eisini orða eina missión fyri stovnin:

“Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum vegleiðir og ráðgevur borgarum, myndugleikum og fyritøkum um persónsupplýsingarlógina og hevur eftirliti við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin.”

Men tá tað kemur til at loyva løgregluni at loynilurta føroyingar, so hevur Dátueftirlitið ikki so nógv upp á hjarta.

 

Onga viðmerking

Dátueftirlitið hevði ongan viðmerking um, hvørjar avleiðingar nýggi avlurtingarpakkin, sum er fyri í løgtinginum í dag, kann fáa fyri persónligu verndina hjá borgaranum.

Stjórin í Dátueftirlitinum, Eyðhild Skaalum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarp Føroya um, hví Dátueftirlitið, sum sigur seg hava sum missión at vegleiða og ráðgeva myndugleikum, ikki hevur vegleitt og ráðgivið myndugleikunum í hesum førinum.

Eyðhild Skaalum vísir á, at talan er um broytingar í rættargangslógini, sum ikki fevnir um økið hjá Dátueftirlitinum.

“Persónsupplýsingarlógin, sum er tann lógin, sum dátueftirlitið umsitur, fevnir ikki um danska myndugleikar í Føroyum," sigur Eyðhild Skaalum, stjóri í Dátueftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961