Løgmaður kannar innlit í CIP-sáttmála

bannari
Løgmaður kannar innlit í CIP-sáttmála
Løgmansskrivstovan tók málið til viðgerðar, eftir at hava fingið áheitan frá borgarum. Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Kristinu Háfoss
 
19.11.2013 - 09:50

Løgmaður kannar nú, um farið er út um karmarnar í stýrisskipanarlógini, tí innlit ikki verður givið í sáttmálan millum CIP um Eysturoyartunnilin.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur í einum svari til fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, at løgmaður er ikki yvirskipaður kærustovnur fyri avgerð at nokta innlit, men hevur bert yvireftirlit við, at viðkomandi stjórnarráð ikki fer út sum settar karmar, sambært stýrisskipanarlógini.

Kristina Háfoss spurdi løgmann, um hann tekur undir við niðurstøðuni hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum nú eisini umsitur tunnilsmál, um als ikki at geva innlit í CIP-sáttmálan.

Borgarar kærdu

Løgmansskrivstovan tók málið til viðgerðar, eftir at hava fingið áheitan frá borgarum. Fíggjarmálaráðið hevur latið ummæli og grundgivið, hví hildið verður fast við ikki at geva innlit. Hetta ummæli er ssent borgarunum til viðmerkingar.

Tá viðmerkingarnar eru komnar, verða tær latnar Fíggjarmálaráðnum at viðmerkja, og síðani fer løgmaður, møguliga í samráð við serfrøðingar í innlitslóggávu, at gera av, um farið er út um lógásettar karmar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svarinum til Kristinu Háfoss.

Ráðharrastýri

Hon spurdi eisini, hvat løgmaður fer at gera fyri at geva almenninginum innlit í sáttmálan.

Løgmaður svarar, at vit hava ráðharrastýri í Føroyum, og tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ræður fyri málinum. Kemur nakað nýtt fram, ber til at heita á landsstýrismannin um at meta um málið av nýggjum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449