Grundlógaravhoyring verður seinnapartin

Grundlógaravhoyring verður seinnapartin
Maðurin, sum er skuldsettur í málinum um deyða mannin í einum húsum í Marknagili, kemur fyri rættin klokkan 15
 
21.11.2013 - 11:56

68 ára gamli maðurin, sum er handtikin, undir illgruna fyri at hava beint fyri einum 61 ára gomlum manni í einum húsum í Marknalíð í Havn, kemur fyri rættin klokkan 15 seinnapartin. Tá verður grundlógaravhoyring í málinum. Ákæruvaldið fer væntandi at krevja skuldsetta mannin varðhaldsfongslaðan.

SÍ EISINI Báðir menninir búðu í húsunum her

Løgreglan fekk seint í gjárkvøldið boð um, at ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður á bústaði sínum.

Ikki nátúrligan deyða

Tá løgreglan og sjúkrabilur komu á staðið, var greitt, at tann 61 ára gamli maðurin ikki er deyður á nátúrligan hátt. Løgreglan tók stutt eftir ein 68 ára gamlan mann, sum er skuldsettur í málinum, tí hann er undir illgruna fyri at hava beint fyri tí 61 ára gamla manninum.

SÍ EISINI Løgreglan kannar illgrunasamt deyðsfall í Havn

Serfrøðingar frá Kriminalteknisku deild hjá Ríkispolitinum og ein rættarlækni koma til Føroyar í dag at kanna umstøðurnar nærri saman við politistum frá kanningardeildini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386