Skriva nú álit til fíggjarlógina

Skriva nú álit til fíggjarlógina
Fíggjarnevndin fær nýggjastu inntøkumetingarnar í næstu viku
 
28.11.2013 - 11:44

Í næstu viku fer fíggjarnevndin at skriva álitið til fíggjarlógina fyri 2014. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, roknar við, at álitið er klárt at leggja fyri løgtingið um hálvan desember.

Arbeiðið í fíggjarnevndini er komið so mikið áleiðis, at nevndin er til reiðar at fara undir at orða álitið.

- Fyribils arbeiða vit saman, men um tað verður ein samd nevnd, sum leggur álitið fram, ber ikki til at siga enn, sigur Bárður Nielsen.

Broytingaruppskot frá Fíggjarmálaráðnum

Í løtuni bíðar nevndin eftir, at Fíggjarmálaráðið skal koma við broytingaruppskotum, sum skulu dagføra fíggjarlógaruppskotið, Tað er bygt á nýggjastu metingarnar.

Bárður Nielsen væntar at fáa hetta uppskotið í dag, so tað kann takast við á fundinum í fíggjarnevndini í morgin.

Í næstu viku verða tær nýggjastu inntøkumetingarnar fyri landskassan latnar nevndini, og so er klárt at fara undir at skriva álitið frá fíggjarnevndini, sigur Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558