Bilar hjá tí almenna fáa bíligari bensin og diesel frá Magn og Effo

Bilar hjá tí almenna fáa bíligari bensin og diesel frá Magn og Effo
Almenningurin fær tó ikki at vita, hvussu nógvur avsláttur verður latin
Bæði Magn og Effo vunnið útboðið um bíligari bensin og diesel til bilar hjá almenna. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.05.2026 - 11:46

Bæði Magn og Effo lógu framvið, tá Gjaldstovan herfyri bað um tilboð uppá bensin og diesel til allar bilarnar hjá tí almenna.

Sambært útboðstilfarinum eru 80 stovnar hjá tí almenna við í útboðnum. Hesir 80 stovnar eiga tilsamans 508 akfør, harav størri parturin brúkar bensin ella diesel. Gjaldstovan metir leysliga, at ein fjórðingur av bilunum hjá tí almenna er elbilar.

Bara eitt atlit er í útbjóðingartilfarinum - tað er prísurin.

Bæði Magn og Effo vunnu tilboðið.

Stutta, praktiska frágreiðingin til tað er, at viðhvørt kann sparingin vera lítil og eingin, um tú skal koyra nógvar kilometrar fyri at fylla tangan eitt sindur bíligari.

Nógv fokus er á bensin- og dieselprísum í hesum døgum. Eisini politiskt, nú landsstýrið sum bráfeingishjálp til sperdar bileigarar vil strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli í nakrar mánaðir.

 

Fáa ikki innlit

Kringvarpið bað um innlit í tilboðini frá Effo og Magn, nú bæði feløg bjóða sær til at selja bensin og diesel bíligari til bilarnar hjá tí almenna, enn listaprísurin á skeltunum vísir.

Men tað fæst ikki innlit í.

Gjaldstovan metir, at upplýsingarnar eru av slíkum slag, at teir mugu metast sum "rakstrar- og vinnuviðurskifti og líknandi, sum hava stóran fíggjarligan týdning" fyri tilboðsgevararnar.

Tí verður víst til grein12 í lógini um alment innlit, sum snýr seg um, hvat innlit IKKI fæst í.

 

Strikað út

Og tí er strikað út við svartari tússj, hvussu nógvan avsláttur Magn og Effo bjóða. Skjølini vísa tó, at bæði oljufeløgini eru til reiðar at lata eina ávísa upphædd í avsláttri fyri hvønn litur av bensini ella dieseli.

Eisini bjóða bæði feløg avsláttur til bilvask.

Tilboðið frá Magn sigur einki um, hvussu leingi hetta tilboð er galdandi. Í tilboðnum frá Effo stendur, at tað er galdandi í trý ár, frá 1.mai at rokna.

Sambært útbjóðingartilfarinum skal Gjaldstovan seinni gera upp, hvussu nógv tað almenna sparir við hesum tilboðnum, sammett við um bensin og diesel hevði verið keypt fyri listaprís.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650