Føroya Tele letur landskassanum 50 milliónir í vinningsbýti

Føroya Tele letur landskassanum 50 milliónir í vinningsbýti
Eginognin við árslok var 519 milliónir kr.
 
13.05.2026 - 15:31

Aðalfundurin hjá Føroya Tele samtykti í dag at rinda landsstýrinum, sum eigur partafelagið, 50 milliónir kr. í vinningsbýti.

Ársúrslitið hjá samtakinum var góðar 38 milliónir krónur eftir skatt í 2025.

Eginpeningurin hjá Føroya Tele við árslok í fjør var 519 milliónir kr. 

Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin í dag.

Landsstýrið velur fýra limir í samtaksnevndina, og tríggir nevndarlimir eru starvsfólkavaldir.

Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, og nevndarlimirnir Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll eru tilnevnd av landsstýrinum.

Ólavur Simonsen, Finnbjørn Simonsen og Janus Djurhuus eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Føroya Tele fyllir 120 ár 19. november. 

Les ársfrágreiðing her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006