Royna breiða semju um Eysturoyartunnilin

bannari
Royna breiða semju um Eysturoyartunnilin
Sambært uppskotinum, verður talan um eitt partafelag, sum skal byggja bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
Eysturoyartunnilin skal vera liðugur í 2018, og so verður farið undir Sandoyartunnilin
 
05.12.2013 - 13:42

Semja er millum samgongu og andstøðu um at royna at fáa eina breiða semju um Eysturoyartunnilin. Men enn er eingin semja gjørd.

Og so leingi, eingin semja er gjørd, eru partarnir samdir um ikki at siga nakað um málið.

Fundur var fyrrapartin um tunnilsmálið. Men í minsta lagi ein fundur verður afturat.

 

Eysturoyartunnilin skal byggjast fyrst

Sambært uppskotinum, sum liggur á borðinum, verður talan um eitt partafelag, sum skal byggja bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men Eysturoyartunnilin fyrst.

Hann skal vera liðugur í 2018, og so verður farið undir Sandoyartunnilin. Felagið verður í minsta lagi 51 prosent alment og í mesta lagi 49 prosent privat.

Sambært Degi og viku týskvøldið vera privatu partabrøvini eitt slag av B-partabrøvum, sum fáa færri rættindi enn A-partabrøvini hjá landinum.

 

Landskassin veðheldur

Talan er eisini um, at privata íløgan skal hava eitt rentuloft, so privatu íleggjararnir ikki vinna meira enn seks prosent fyri sínar íløgur.

Ætlanin er, at peningurin, sum á langtíðaríløguætlanini er settur av til Sandoyartunnilin, verður skotin inn í nýggja partafelagið.

Talan er um slakar 400 milliónir krónur, sum eru settar av frá 2015 til 2024. Sum skilst skal landskassin veðhalda fyri lánum hjá partafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672