Nýggj vísundasiðseminevnd

Nýggj vísundasiðseminevnd
Nevndin skal at tryggja, at verkætlanir innan heilsugransking verða framdar vísindasiðsemiliga ráðiligt
 
13.12.2013 - 11:16

Limirnir í vísindasiðseminevndini eru nú  Jens Andreasen, deildarlækni og granskari, Shahin Gaini, yvirlækni og granskari, Ann Østerø, depilsleiðari á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum,  Armgarð Arge, cand. theol og tíðindakvinna, Oluf Færø, cand. scient, Halgir Winther Poulsen, cand. jur., advokatur, Gunvør á Norði, postdoc.

Varalimir eru Katrin Danielsen, kommunulækni, Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og cand. scient. san., Kári Purkhús, lívfrøðingur og Marita Debes Magnussen, medisinskur mikrobiologur 

Áðrenn farið verður undir heilsuvísindaliga granskingarverkætlan, sum fevnir um menniskju ella menniskjaligt lívfrøði, skal verkætlanin góðkennast av serligari nevnd, sum ber heitið Vísindasiðseminevndin.

Trygd og rættindi

Vísindasiðseminevnd skal tryggja, at verkætlanir innan heilsugransking verða framdar vísindasiðsemiliga ráðiligt.

Atlit til rættindi og trygd hjá teimum, ið luttaka í granskingarverkætlanum, eru altíð týdningarmiklari enn vísindalig áhugamál fyri at skapa møguleikar fyri menning av nýggjari vitan.

Skipanin við vísindasiðseminevndum er tí týdningarmikil fyri menningina av heilsugransking í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290