Atkvøða um tunlar fyri 700 mió. kr.

Atkvøða um tunlar fyri 700 mió. kr.
Samgongan mælir frá at samtykkja eitt uppskot um at gera tunlar fyri 718 mió. kr. til Dals, Fámjins og Gjáar og Tjørnuvíkar
Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg hava skotið upp at gera fleiri tunlar
 
17.12.2013 - 08:56

Løgtingið skal í dag atkvøða um tunlar fyri yvir 700 mió. kr.

Løgtingsfólkini Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg vilja hava løgtingið at biðja landsstýrið fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at gera tunlar til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar.

Men samgongan mælir frá. Meirilutin í Rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum.

Sambært minnilutanum í Rættarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, kosta teir fýra tunlarnir í mesta lagi 718 mió. kr.

Minnilutin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454