At missa søluna kann gerast dyggur smeitur

At missa søluna kann gerast dyggur smeitur
Vága floghavn fer sjálv at selja tollfrítt í Vágum, hóast sølan varð boðin út. Spurningurin er, hvussu tað fer at ávirka ferðaseðlaprísin
 
21.12.2013 - 17:16

Avgerðin hjá Vága floghavn at taka sær av tollfríu søluni, er ein fíggjarliga dyggur smeitur fyri Atlantsflog, og fólk stúra fyri, at tað fer at ávirka ferðaseðlaprísin. Tað er, um flogfelagið ikki tekur avgerðina sum eina avbjóðing, og fer at kappast við flogvøllin við at selja flogførunum sum fyrr.

Vága floghavn bjóðaði fyrr í ár tollfríu søluna í nýggju farstøðini út, men í gjár boðaði floghavnin frá, at floghavnin hevur tikið útbjóðingina aftur. Floghavnin fer sjálv at reka tollfríu sølubúðina í farstøðini, sum eftir ætlan skal verða liðug í summar.

Vil einki siga alment

Leiðslan í Atlantsflog vil einki siga alment um avgerðina. Flogfelagið er skrásett á keypsskálanum, og allar týðandi broytingar skulu um keypsskálan og íleggjararnar, áðrenn tær eru almannakunngjørdar, eru einastu boðini frá Atlantflogi higartil.

Tað framgongur ikki beinleiðis av roknskapinum, hvussu stórur partur av umsetninginum, tollfríu sigarettirnar, rúsdrekka, luktilsi og góðgæti er hjá flogfelagnum. Men sølan vaks í fjør, sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá Atlantsflogi fyri 2012, har sagt verður, at tollfría sølan vaks við níggju prosentum.

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa eina viðmerking frá Jørgen Holme, stjóra í Atlantsflogi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751