Augustar í Sundalagnum

Augustar í Sundalagnum
Teir eru tríggir ella fýra í tali, og ætlanin er at reka teir til havs
Augustar á Hvalvík í morgun
 
23.12.2013 - 10:56

Í lýsingini í morgun vóru fólk varug við, at nakrir augustar lógu útfyri Hvalvíksoyruni.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um tríggjar ella fýra augustar.

Teir eru tætt í landi, men hann heldur ikki at nakar av teimum er fastur.

Ætlanin er at fáa rikið augustarnar aftur til havs.

Fyri nøkrum vikum síðani vóru eisini nakrir augustar í Sundalagnum.

Tveir av teimum rendu seg fastar, og teir stóðu ikki til at bjarga.

Annar av teimum deyðu varð sleipaður til havs, meðan hin varð flenasður á gomlu hvalastøðini við Áir.

Beinagrindin varð síðani søkt, og ætlanin er at seta hana upp á savninum sum skal gerast á gomlu hvalastøðini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610