SL frágreiðing ikki almenn í dag

SL frágreiðing ikki almenn í dag
Tølini skulu kannast av nýggjum, sigur aðalstjórin í Vinnumálaráðnum
 
23.12.2013 - 12:59

Frágreiðingin frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum Landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum verður ikki latin fjølmiðlunum í dag kortini.

Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sigur, at tølini í frágreiðingini skulu kannast nærri.

Vónandi verður frágreiðingin almenn millum jól og nýggjár, sigur hon.

Fríggjakvøldið fingu Johan Dahl og Vinnumálaráðið frágreiðingina frá grannskoðaranum hjá Strandfaraskipum Landsins um fíggjarligu støðuna hjá stovninum tann 30. november.

Landsstýrismaðurin og embætisfólkini hava síðan viðgjørt frágreiðingina.

Kringvarpið hevur roynt at fingið innlit í frágreiðingina, men tað er ikki latið enn.

Útvarpið skilir kortini, at niðurstøðan í frágreiðingini er, at hallið hjá Strandferðsluni verður áleið 4,8 milliónir krónur.

Frágreiðingin er um játtanina til Strandferðsluna.

Fyri einum ári síðani var greitt, at Strandferðslan fór ikki at halda játtanina í ár, um átøk ikki vóru sett í verk.

Politisk undirtøkan var ikki fyri ætlanunum at hækka ferðaseðlaprísirnar við tíggju prosentum.

Avleiðingin av, at ongar sparingar vórðu settar í verk, er, at Strandferðslan fær eitt stórt hall aftur í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454