Fáir grønlendingar vilja í oljuvinnuna

Fáir grønlendingar vilja í oljuvinnuna
Cairn Energy vil hava fleiri grønlendingar í starv, men teir søkja ikki
 
13.01.2014 - 14:57

Hóast skotska oljufelagið, Cairn Energy, vil hava fleiri grønlendingar í starv, søkja fáir grønlendingar størv hjá felagnum, skrivar Sermitsiaq.

Í 2010, tá virksemið var mest, vóru bert sjey prosent av starvsfólkunum grønlendingar, hóast felagið vildi havt minst tíggjunda hvørt fólk úr Grønlandi, sigur stjórin í felagnum, Ian Watt, við blaðið.

Hvørja ferð lýst verður eftir fólki, eru tað fólk úr evropeisku londunum, sum søkja størvini, sigur Ian Watt.

- Tað eru serliga danir, sum søkja størvini hjá felagnum, sigur hann.

Øll størv krevja ikki útbúgving

Tá søkt verður eftir fólki, krevja summi størv ávísa útbúgving, men tað eru eisini størv, sum ikki krevja nakra serliga útbúgving, og tá er tað løgið, at grønlendingar ikki søkja, sigur stjórin.

Oljuvinnan kann sum oftast lata hægri løn enn vanligt, og tí er løgið at so fáir grønlendingar søkja, sigur hann. Hann heldur eina orsøk vera, at fólk, sum fáa starv, av trygdarávum skulu duga enskt, og tað kann vera ein forðing.

Í 2010 og í 2011 gjørdi Cairn Energy átta royndarboringar í Grønlandi, og og ætlanin er at gera fleiri boringar í ár, skrivar Sermitsiaq.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751