Jørgen hevur tíðindafund seinnapartin

Jørgen hevur tíðindafund seinnapartin
Jørgen Niclasen og sakførari hansara, Christian Andreasen, hava tíðindafund í Miðlahúsinum klokkan 15 um tollmálið
 
17.01.2014 - 07:57

Jørgen Niclasen er nú til reiðar at koma við sínari frágreiðing um tollmálið, sum byrjaði á Portal.fo tann 19.desember í fjør. 

Floksskrivari Fólkaflokins boðaði stutt fyri midnátt í gjárkvøldið frá, at Jørgen Niclasen og sakførari hansara, Christian Andreassen, hava tíðindafund í Miðlahúsinum seinnapartin í dag klokkan trý.

Christian Andreassen hevur eisini kært tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum og Portal.fo um tollmálið.  Kringvarpið er kært til Kringvarpið, og Portal.fo kært er til Fjølmiðlakærunevndina.

Her er kæran um Kringvarpið: Viðv. tíðindaflutningi um Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Kæran um Portal.fo kann lesast á Portal.fo, og vp.fo hevur hana eisini á sínari heimasíðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659