Borgarar í Kollafirði hittu borgarstjóran

Borgarar í Kollafirði hittu borgarstjóran
Nógv fólk vóru á fundinum, har vetrarfriðing, fríðkan, útstykking, miðstaðarætlan, bussleið, barnagarður og tilboð til ung vóru umrødd
Breið semja var eisini á borgarafundinum um at royna at varðveita staðarnøvnini í bygdini og at fáa skil á skeltingina
 
23.01.2014 - 13:39

Borgarafundur var í Kollafirði týskvøldið, har borgarstjórin og partur av býráðsmanningini og -umsitingini vóru við.

Nógv fólk var møtt á fundinum, har býráðið legði fram sínar ætlanir um viðurskifti í økinum. Vetrarfriðing, fríðkan, útstykking, miðstaðarætlan, bussleið, barnagarður og tilboð til ung vóru umrødd.

Býráðið sigur í tíðindaskrivi, at stórur áhugi var fyri ætlaðu útstykkingunum í Homrum og á Lygnesi, og eisini fyri miðstaðarætlanini, sum fleiri høvdu ymisk uppskot um. Miðstaðarætlanin verður viðgjørd í løtuni, og býráðið sigur, at øll góð hugskot í hesum sambandi eru kærkomin.

Barnagarður og vetrarfriðing

Í fundarfrásøgn sigur býráðið, at full semja aldri fæst um bussleiðina, men at batar eru ávegis, umframt at aðrar broytingar kanska verða gjørdar í komandi sáttmálaskeiði. Nýggjur barnagarður var dúgliga viðgjørdur á borgarafundinum, umframt tilboð til ungdóm í Kollafirði.

Nógv tíð fór eisini til komandi vetrarfriðingina, sum er eitt sera stórt mál, tí bygdin er stór og sera long, og vetrarfriðing av hesum sama verður dýr. - Men eisini her var stórur vilji at finna loysnir, sigur kommunan á heimasíðu sínari.

Breið semja var eisini á borgarafundinum um at royna at varðveita staðarnøvnini í bygdini og at fáa skil á skeltingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864