Skúladepilin: Ferð komin á byggingina

Skúladepilin: Ferð komin á byggingina
Stál- og betongarbeiðið er byrjað, og fyrstu betong-elementini síggjast nú
Skúladepilin við Marknagil, ið er Føroya størsta byggiætlan nakrantíð
Mynd: foto: Landsverk.fo  
 
23.01.2014 - 11:34

Skúladepilin er ikki longur bert tekningar á pappíri og á telduni, men byrjar nú at síggjast aftur í landslagnum við Marknagil niðan fyri Skúlaheimið og Handilsskúlan í Havn.

Skúladepilin við Marknagil, ið er Føroya størsta byggiætlan nakrantíð, fer at hýsa teimum trimum miðnámsskúlunum í Havn, Studentaskúlanum, Handilsskúlanum og Tekniska Skúla, tá hesi verða lagdir saman. 

                                                                                                   foto: Sigrún H. Brend

Seinastu tíðina hava umleið 30 mans verið í gongd á plássinum, og nú hol av álvara er sett á arbeiðið við betong og stáli, verður talið av arbeiðsfólki nærum tvífaldað. 

                                                                                                                                               foto: Sigrún H. Brend

Nýggi skúlin fær eina leiðslu og skal eftir ætlan vera liðugur við skúlaársbyrjan 2016.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817