Dregur út at áseta fátækramark

Dregur út at áseta fátækramark
Tilmæli skuldi koma 1. apríl í fjør, men tá var nevndin als ikki liðug at kanna øll viðurskifti, sum skulu kannast, fyri at kunna áseta fátækramark
Heri Petersen, skrivari í nevndini, dugir ikki at siga, um tað eydnast nevndini at hava eina felagsstøðu, ella um talan verður um ein meirluta og ein minniluta
 
24.01.2014 - 08:11

Um einar tvær vikur fær landsstýrið tilmæli um føroyskt fátækramark. Hetta sigur Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum við heimasíðuna in.fo.

Hann er skrivari í bólkinum, sum landsstýriskvinnan, Annika Olsen, setti at arbeiða við at gera uppskot um, hvar markið skal ganga millum at vera fátæk og ikki-fátæk í Føroyum.

Nevndin skuldi koma við sínum tilmæli 1. apríl í fjør, men tá var hon als ikki liðug at kanna øll viðurskifti, sum skulu kannast, fyri at kunna áseta eitt fástækramark. Talan er um eitt rúgvusmikið og trupult arbeiði, og danska nevndin, sum kom við sínum tilmæli í fjør, mátti eisini fáa longri tíð til arbeiðið, enn hon hevði fingið av fyrstan tíð.

Rímilig og virðiligt lív

Í Danmark kom nevndin til, at fólk eru fátæk, tá tey í trý ár á rað hava livað fyri minni enn 103.200 krónur um árið eftir skatt, og hetta er so danska uppskotið um fátækramark.

Av tí at føroyska nevndin nú er í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið, er tað avmarkað, hvat Heri Petersen fær sagt. Men hann sigur tó við in.fo, at nógv kjak hevur verið í nevndini, tí mong og ymisk sjónarmið eru um, hvat eitt slíkt mark skal grundast á.

Skal tað byggja á, hvat eitt húski í minsta lagi skal hava fyri at klára seg, ella skal tað byggja á, hvat skal til fyri at liva eitt rímiligt og virðiligt lív, og skulu børnini hava rætt til telduspøl, og húski rætt til uttanlandsferðir og so framvegis. 

Eisini er stórur munur á fíggjarliga grundvøllinum millum fólk í Havn og á bygd, og Heri Petersen spyr í hesum sambandi á heimasíðuni in.fo, um húski á bygd við lágari inntøku og bíligum húsum, eru fátækari, enn eitt húski í Havn við góðari inntøku, men einum risastórum húsaláni.

Meiningarnar eru ymiskar, og Heri Petersen, skrivari, dugir ikki at siga, um tað eydnast nevndini at hava eina felagsstøðu, ella um talan verður um ein meirluta og ein minniluta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Mikudag 18. november
Heilsuhornið
216597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470