Eftirmeta nevndarlimir í tryggingfeløgum

Eftirmeta nevndarlimir í tryggingfeløgum
Vit eiga fleiri privat reiðarí, sum kunnu taka á seg hesa tænastu, og eiga tey nú at sleppa at royna seg
Felag, sum hevur størri javna enn 500 milliónir krónur, skal hava í minsta lagi ein nevndarlim við leiðsluroyndum frá einum øðrum fíggjarstovni
 
24.01.2014 - 14:39

Tryggingareftirlitið er farið undir at eftirmeta, hvørja vitan og royndir nevndarlimir í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum í Føroyum hava.

Í hesum sambandi hevur eftirlitið sent oyðubløð til hoyringar hjá feløgunum. Hesi skulu brúkast til at viga, um nevndirnar í tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum hava nøktandi vitan og royndir til at røkja nevndararbeiðið á forsvarligan hátt.

Tryggingareftirlitið sigur, at avbjóðingarnar eru stórar fyri føroysku tryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnar.

Stór krøv til nevndarlimirnar

Fíggjarkreppan, sum tók seg upp í 2008, og sum enn merkist við ótryggum partabrævamarknaðum, setir til dømis stór krøv til, at nevndarlimir duga at eyðmerkja, máta og stýra tí vága, sum stendst av ótryggu umstøðunum.

Eisini er lága rentan ein avbjóðing fyri tey feløg, sum hava bundið seg til stór avkast til kundarnar. Tryggingarlóggávan setir fleiri krøv til leiðslurnar í tryggingarfeløgunum.

Krøv verða bæði sett einstaka nevndarliminum - tey sonevndu fit-and-proper-krøvini, og eisini nevndini sum heild. Hesi krøvini skulu lúkast, tá farið verður upp í nevndina og eisini sum frá líðir í nevndararbeiðinum.

Nevndarlimur við leiðsluroyndum

Tryggingareftirlitið hevur sett 1. juli í ár sum freist, og tá skulu tryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava latið eftirlitinum skjalprógv um, at nevndirnar liva upp til ásettu krøvini.

Eitt krav er til dømis, at eitt felag, sum hevur størri javna enn 500 milliónir krónur, skal hava í minsta lagi ein nevndarlim við leiðsluroyndum frá einum øðrum fíggjarstovni.

Endamálið við hesum kravinum er at tryggja, at nevndin hevur neyðugu vitanina og royndina til at geva stjóra og stjórn í felagnum neyðugt og atfinningarsamt mótspæl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650