Løgreglan kannar mál um kynsliga misnýtslu í skúla

Løgreglan kannar mál um kynsliga misnýtslu í skúla
Ein 41 ára gamal lærari í einum skúla í Tórshavnar kommunu, er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein næming
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál, har ein 41 ára gamal lærari er skuldsettur fyri at hava misnýtt ein næming kynsliga í einum skúla í Tórshavnar kommunu
Mynd: (Tilvildarlig savnsmynd)

29.01.2014 - 12:20

Lærarin er skuldsettur fyri meira enn eina ferð at hava gjørt seg kynsliga inn á ein næming. Tað váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, fyri Kringvarpinum.

Málið um kynsliga misnýtslu varð meldað í desember mánað í fjør. Kynsligi ágangurin skal vera farin fram í 2008 og 2009, tá næmingurin var 12 ár.

Skúlastjórin onga viðmerking

Skúlastjórin hevur onga viðmerking til málið, og vísir til Mentamálaráðið. Tey vátta, at tey hava fingið eitt slíkt mál, men at tey skulu hava stundir at seta seg inn í málið.

Lærarin, sum er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á næmingin, er fyribils sjúkrameldaður, meðan málið verður kannað.

Kriminalløgreglan skal gera fleiri avhoyringar í málinum. Fyrningarfreistin fyri slík mál er 10 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andaktin
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424