Nýggir danskir ráðharrar

Nýggir danskir ráðharrar
Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, hevur verið hjá Margrethu drotning og kunna hana um broytingarnar í stjórnini og um nýggju ráðharrarnar
11 nýggir ráðharrar koma uppí donsku stjórnina, meðan 10 verða verandi í sínum ráðharrastørvum
Mynd: dr.dk  
 
03.02.2014 - 11:05

Klokkan 9 í morgun kunnaði danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt, Margrethu drotning um broytingarnar í stjórnini, eftir at SF fór úr stjórnini í farnu viku.

 

Danska stjórnin febr. 2014

Danska stjórnin uttanfyri Amalienborg í dag                            foto: dr.dk

Nýggjur skattamálaráðharri verður Morten Østergaard úr Radikala Flokkinum.

Nýggjur heilsumálaráðharri verður Nick Hækkerup úr Javnaðarflokkinum, sum var handils- og europaráðharri. Hann tekur við eftir Astrid Krag úr SF, sum kortini er farin upp í Javnaðarflokkin, eftir stríðið í farnu viku.

Martin Lidegaard úr Radikala Flokkinum verður uttanríkisráðharri, hann var veðurlags- og orkumálaráðharri.

Magnus Heunicke úr Javnaðarflokkinum verður nýggjur post- og flutningsráðharri, tað er fyrstu ferð at hann verður ráðharri.

Mogens Jensen úr Javnaðarflokkinum verður nýggjur handils- og menningarráðharri, tað er eisini fyrstu ferð at hann verður ráðharri.

Rasmus Helveg Petersen úr Radikala Flokkinum verður veður- og orkumálaráðharri, hann var menningarráðharri.

Manu Sareen úr Radikala Flokkinum verður almanna-, integratións- og barnaráðharri, og heldur fram sum ráðharri í javnstøðumálum. Hann fer frá sum kirkjumálaráðharri og ráðharri í norðurlandamálum.

Sofie Carsten Nielsen úr Radikala Flokkinum verður nýggjur útbúgvingarráðharri, tað er fyrstu ferð hon verður ráðharri.

Kirsten Brosbøl úr Javnaðarflokkinum verður umhvørvisráðharri eftir Idu Auken. Ida Auken er farin úr SF, upp í Radikala Flokkin.

11 nýggir ráðharrar koma uppí donsku stjórnina, meðan 10 verða verandi í sínum ráðharrastørvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687