Grønlendingar fiska makrel

Grønlendingar fiska makrel
Hava keypt tveir norskar trolarar, sum skulu fiska makrel í grønlendskum sjógvi
 
10.02.2014 - 08:44

Grønlendska útgerðarfelagið Polar Seafood hevur keypt tveir norskar trolarar, sum skulu fiska makrel í grønlendskum sjógvi. Tað skrivar Sandportal.fo.

Íslendska felagið Pf. Sildavinnslan í Neskaupstaði á eysturlandinum skal eftir ætlan reka bæði skipini fyri Polar Seafood.

Samstundis sum grønlendski landstingslimurin, Kim Nielsen, á Norðurlandaráðsfundinum í oktober gav Føroyum treytarleysan stuðul í ynskinum um økta makrelkvotu, gjørdi hann greitt, at Grønland eisini vil góðkennast sum strandarland og fáa lut í makrelkvotuni í egnum sjógvi.

Grønlendska makrelkvotan hevur ligið um 5.000 tons, og yvirtøkan av teimum báðum norsku trolarunum skal síggjast sum eitt greitt tekin um, at Grønland ynskir at fylgja bæði Føroyum og Íslandi í ynskjum teirra um størri makrelkvotur.

Fyrrverandi norsku trolararnir eru ikki teir einastu, sum í løtuni leggja um til makrelveiðu í grønlendskum sjógvi.

Fyrrverandi føroyski frystitrolarin Skálaberg, sum íslendska felagið Pf. Brim í fjør keypti úr Argentina, skal eisini í grønlendskan sjógv at royna eftir makreli.

Íslendska felagið hevur keypt part í grønlendska felagnum Arctic Prime Production og síðani skrásett Skálaberg í grønlendska felagnum.

Íslendska fiskiídnaðarfyritøkan, HB Grandi, hevur somuleiðis selt sín frystitrolara Venus til nýstovnaða grønlendska felagið Northern Greenland Seafood, og hevur sostatt eisini fingið eitt bein innum í grønlendsku fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328