Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum

Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum
Sambandsflokkurin letur alt um seg ganga, sum Fólkaflokkurin ger, sigur Lisbeth Petersen
Lisbeth í útvarpsstovuni, tá hon meldaði seg úr Sambandsflokkinum
Mynd: kvf.fo  
 
10.02.2014 - 10:20

Hon hevur verið forkvinna, borgarstjóri, løgtingslimur og fólkatingslimur fyri Sambandsflokkinum, men nú hevur hon meldað seg úr flokkinum.

Lisbeth L. Petersen stillaði upp fyrstu ferð til býráðsvalið í Havn í 1984, og hon bleiv fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð vald fyri Sambandsflokkin.

Hon sat eisini sum borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu frá 1992 til 1996.

Lisbeth L. Petersen varð vald á ting í 1990, og hon sat á løgtingi til 2008.

Hon var formaður fyri Sambandsflokkin frá 2001 - 2003 og sat á Fólkatingi frá 2001 til 2005.

Henni stóð eisini í boði at gerast løgmaður eftir valið í 1994.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283