Tunlarnir komnir í tingið

Tunlarnir komnir í tingið
Stovnast skal alment partafelag sum skal eiga og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
 
13.02.2014 - 08:14

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Sambært lógarupskotinum fer felagið fyrst undir Eysturoyartunnilin. Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram.

Tá borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.

Landskassin skal seta 400 mió. kr. í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár.

Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Ætlanin er, at bummgjaldið frá Eysturoyartunlinum skal vera við til at fíggja Sandoyartunnilin.

Lógaruppskotið sigur eisini, hvar tunlarnir báðir vera.

Eysturoyartunnilin hevur rundkoyring og kemur upp bæði á Strondum og í Runavík. Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal.

Mett verður, at koyrandi verður millum Eysturoynna og Streymoynna í 2018 og millum Sandoynna og Streymoynna í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869