Gongur framá í skúlunum

Gongur framá í skúlunum
Næmingarnir fáa betri skoðsmál, vísir ein kanning eftir landsroyndina í fjør, skrivar Lærarafelagið
 
14.02.2014 - 08:54

Tað gongur framá hjá føroyskum skúlaungdómi - í øllum førum málsliga.

Tað eru færri næmingar, ið fáa ummælini ikki nøktandi og undir miðal, og fleiri, sum fáa umsmælini gott og sera gott í føroyskari fyrisøgn.

Tað vísir frágreiðing, sum er gjørd eftir landsroyndinar í fjør.

Landsroyndin í 2013 var hildin um mánaðarskiftið apríl/mai, og royndarúrslitini vórðu send skúlunum í september.

- Í 2012 sást, at næmingarnir í 4. flokki býttu seg í tríggjar nøkulunda javnstórar bólkar, - ikki nøktandi til undir miðal, -miðal til yvir miðal - og gott til sera gott.

Soleiðis er ikki í 2013, bæði í 4. og 6. flokki eru væl færri næmingar í bólkunum ikki nøktandi og undir miðal, skrivar Lærarafelagið, sum hevur greinað úrslitini frá landsroyndini.

Í 2013 var á fyrsta sinni skipað fyri teldutøkum landsroyndum.

Ein royndarverkætlan var gjørd í 8 skúlum kring landið, har serligt forrit, sum er ment til endamálið, varð nýtt.

Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at landsroyndirnar í 2014 skulu vera teldutøkar, og tí er arbeiðsbólkur við teldukønum settur at fyrireika skipanina bæði við atliti at forriti, telduútgerð og at ráðgeva arbeiðsbólkum, sum gera teldutøku uppgávurnar til landsroyndirnar í 2014.

Í fjør var tað sjeyndu ferð, at skipað verður fyri landsroynd í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Fyrsta landsroyndin var í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809