Stavraðið í løgtinginum

Stavraðið í løgtinginum
Umstrídda málið um stavraðið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum fyrrapartin
 
18.02.2014 - 09:19

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur skotið upp, at tað verður ásett við lóg, at bókstavirnir c,q,w,z og x eisini skulu standa í stavraðnum.

Henrik Old sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at meirilutin í Málráðnum ásannar, at hesir bókstavir eiga sín lut, men vil kortini halda teir uttan fyri almenna stavraðið.

Stavraðið skal ikki vera tjóðskaparligt ella partapolitiskt mál, men eitt praktiskt amboð í samskiftinum í samfelagnum.

Tað fer einki av føroyskum, um vit c,q,w,z og x við ú stavraðnum.

Skerja vit okkara stavrað, avmarka vit og skaða hinvegin føroyskt, sigur Henrik Old í viðmerkingunum til uppskotið.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

 

Sí eisini:

Løgtingið skal áseta stavraðið við lóg

Løgtingið skal halda fingrarnar frá stavraðnum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558