Avmarka váðan av peningarstovnunum

Avmarka váðan av peningarstovnunum
Landsstýrið eigur við lóg at avmarka váðan hjá føroyska samfelagnum, tá føroyskir peningarstovnar fara uttanlands at virka
 
19.02.2014 - 08:35

Peningastovnarnir í Føroyum kunnu gerast so stórir, at teir eru ein váði fyri samfelagið.

Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur skotið upp, at landsstýrið skal gera lógaruppskot, ið avmarkar váðan hjá føroyska samfelagnum, tá ið ræður um útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggingarfyritøkum.

Tjóðveldi vísir á, at bruttotjóðarúrtøkan í fjør sambært meting hjá Búskaparráðnum var 13,9 milliardir kr. Men javnin hjá størsta føroyska peningastovninum er nærum 17 milliardir kr.

- Tað er gleðiligt, at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í Føroyum og uttanlands, men søgan vísir greitt, at sama hvørjar trygdir eru, kemur stórt trýst á landsstýrið, landskassan og skattgjaldararnar, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar, sigur Tjóðveldi.

Tað krevur, at samfelagið javnan og neyvt hevur eftirlit við tí váða, ið fíggjargeirin hevur fyri samfelagið.

Flokkurin heldur, at ein máti at tryggja neyvari innlit og avmarka samfelagsliga váðan er, at útlendska og føroyska bankavirksemið verður skipað í hvør sítt felag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961