Islamistar hótta ferðavinnuna í Egyptalandi

Islamistar hótta ferðavinnuna í Egyptalandi
Islamistiski bólkurin, Ansar Beit al-Maqdis, heitir á øll ferðafólk at fara úr Egyptalandi í seinasta lagi í morgin, hósdagin.
Bólkurin, sum framdi eina atsókn móti einum ferðafólkabussi fyri nøkrum døgum síða, heiti nú á øll útlendsk ferðafólk at fara úr landinum.
 
19.02.2014 - 14:32

Ansar Beit al-Maqdis hóttir við hernaðarligum atsóknum, um útlendsk ferðafólk ikki fara úr Egyptalandi í seinasta lagi hósdagin.

Stjórnin í Egyptalandi tekur hóttanirnar í stórum álvara. Hazem Beblawi, forsætisráðharri, viðgongur, at al-qaida-ávirkaðu islamistarnir eru vorðnir ein stór hóttan seinastu tíðina - serliga á Sinai-hálvoynni.

Lógloysi

Síðan fyrrverandi forsetin, Hosni Mubarak, noyddist frá valdinum í 2011, hevur lógloysi eyðkent støðuna á Sinai-hálvoynni.

Men seinastu dagarnar er trygdin í landinum styrkt nógv, bæði á Sinai-hálvoynni og í ferðamálum sum Sharm El Sheikh.

Bussatsókn

Islamistiski Ansar Beit al-Maqdis hevur tikið ábyrgdini av eini bussatsókn, sum fyri nøkrum døgum síðan kostaðu trimum koreanskum ferðafólkum og bussføraranum lívið.

Kelda: BBC

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037