Útlendskar manningar føroyska løn

Útlendskar manningar føroyska løn
Javnaðarflokkurin vil broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi fáa sáttmálaløn
 
19.02.2014 - 10:27

Triðja várið á rað roynir Javnaðarflokkurin at fáa løgtingið at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Sáttmálar við manningarfeløgini skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi. Reiðarar, sum ikki halda lógina, eiga at fáa eina bót, sum í minsta lagi er tann sama sum fíggjarligi fyrimunurin, reiðarin hevði av ikki at halda lógina og føroyskar lønarsáttmálar.

Og skipið eigur eisini at missa fiskiloyvið, er talan um endurtikið brot á lógina ella serliga grovt brot, heldur Javnaðarflokkurin.

Flokkurin sigur, at seinastu árini eru fleiri og fleiri reiðarar farnir at brúka bíligar útlendskar manningar, sum ikki fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum.

Sambært galdandi lóg ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar og ikki regluliga koma í føroyska havn.

Harfturat hava bíligir útlendskir fiskimenn, sum sambært Javnaðarflokkinum eru undirløntir, ikki arbeiðsloyvi í Føroyum og rinda tí heldur ikki skatt í Føroyum.

Javnaðarflokkurin hevði sama uppskot á vári 2012 og á vári 2013. Uppskotini fullu báðar ferðir. Samgongan segðí, at tað er óheppið, at løgtingið ásetir lønir við lóg.

Hetta er á ongan hátt rætt, sambært Javnaðarflokkinum. Verður lógaruppskotið samtykt, hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum framvegis fult frælsi til at samráðast og semjast um løn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454