Bygging: Lemjandi atfinningar frá grannskoðanini

Bygging: Lemjandi atfinningar frá grannskoðanini
Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava landsstýrið at gera lógaruppskot, sum tryggjar greiða leiðslu og ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum
Reimund Langgaard er formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar
 
24.02.2014 - 15:34

Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum, sum heita á landsstýrið um at koma við neyðugum lógaruppskotum, sum tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinning, tá almennar byggiætlanir verða framdar.

Sambært einari frágreiðing hjá Landsgrannskoðanini í fjør hevur lítið skil verið á nógvum almennum byggingum. Tær kosta nógv meira enn mett og ætlað, og tíðarætlanir halda líka lítið sum kostnaðarætlanirnar. Løgtingsgrannskoðararnir, sum bóðu Landsgrannskoðanina kanna almenna bygging, tóku so samanum, og góvu løgtinginum eina frágreiðing í fjør summar. 

Brúkt 100 mío. kr. meiri enn játtað

Og tann frágreiðingin er óunniligur lesnaður:

Almennar byggiætlanir seinnu árini eru lopnar fullkomiliga av lunnum, siga løgtingsgrannskoðararnir. Meira enn 100 milliónir krónur eru brúktar meira enn tað, sum løgtingið upprunaliga játtaði. Verklagslógir eru antin ikki gjørdar ella ikki fylgdar, soleiðis sum reglurnar áseta. Løgtingið hevur fingið skeivar, vantandi ella villleiðandi upplýsingar frá landsstýrinum.

- Peningur er játtaður uttan neyvari útgreiningar av kostnaði og uttan greiða byggiskrá. 

- Tíðarætlanir halda ikki. 

- Størri verkætlanir eru byrjaðar við eykajáttan og uttan verklagslóg og neyva fyrireiking ella meting. 

- Eftirlitið og ábyrgdin hjá landsstýrisfólki og embætisverki hava verið vantandi og ógreið. 

Sjálvstøðugt tingmál 

Hesi viðurskifti og onnur, sum frágreiðingin lýsir, eru so álvarslig, halda løgtingsgrannskoðararnir, at alt málið og frágreiðingin eiga at verða løgd til tingsins viðgerð sum sjálvstøðugt tingmál. Og tað er hetta tingmálið, sum kemur til viðgerðar í tinginum í morgin. Hetta er ikki minst átrokandi, nú samtykt er at fara undir munandi størri almennar byggingar enn tær, sum eru viðgjørdar og lýstar í kanningini og frágreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum, leggja løgtingsgrannskoðararnir afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025