Manningarfeløg: Politikarar eiga at leggja uppí

Manningarfeløg: Politikarar eiga at leggja uppí
Feløgini vilja landsstýrið og løgtingið at tryggja, at manningar á føroyskum skipum verða lønt eftir sáttmála millum reiðarar og manningarfeløg
Eyðstein Djurhuus rt formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum er eitt av manningarfeløgunum, sum vilja hava politikarar at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini
 
24.02.2014 - 07:59

Manningarfeløgini vilja hava politikararnar at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

Tey trý feløgini vilja hava landsstýrið og løgtingið at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðararnar og føroysku manningarfeløgini. Besta leiðin at røkka tí málinum alt fyri eitt er at fáa sett sum treyt, at bara fiskifør, har sum manningin fær hýru sambært sáttmála hjá manningarfeløgunum, fáa fiskiloyvi. 

Harfturat vilja manningarfeløgini sum skjótast hava sett í fiskivinnulóggávuna, at øll skip, sum brúka føroysk fiskirættindi, kunnu bara mannast við fólki, sum verða sett og lønt eftir føroyskum manningarsáttmálum. 

Uppskot frá Javnaðarflokkinum 

Løgtingið fer at viðgera spurningin, tá triðja várið á rað roynir Javnaðarflokkurin at fáa løgtingið at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sáttmáli við manningarfeløgini skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi.

Javnaðarflokkurin hevði sama uppskot á vári 2012 og á vári 2013. Uppskotini fullu báðar ferðir. Samgongan segðí, at tað er óheppið, at løgtingið ásetir lønir við lóg. 

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770