Aftur til samráðingarborðið

Aftur til samráðingarborðið
Enn ein roynd at fáa semju millum strandarlondini um makrelin verður nú gjørd
 
03.03.2014 - 07:40

Í dag fara strandarlondini enn eina ferð at royna at fáa semju um makrelkvotuna í 2014. Hesa ferð eru samráðingarnar í Edinburg. Tað skilst, at ES vil lata nakað, so Føroyar og Ísland kunnu fáa størri part av heildarkvotuni, men í Norra eru tey ikki so hugað at slaka nevnivert. Kjell Ingebrigtsen í Norges Fiskarlag sigur við FiskeribladetFiskaren, at Norra fer ikki at lata ein fjórðing av sínari kvotu, so Føroyar og Ísland kunnu fáa meira. Hann vil ikki vátta, at Norra fer úr 29 niður í 22 prosent av heildarkvotuni. 

Kjell Ingebrigtsen sigur, at nú noyðast Føroyar og Ísland at slaka í sínum krøvum. Norskir fiskimenn vilja ikki, at Norra letur frá sær ein part av sínari kvotu. Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, hevur sagt, at heildarkvotan í ár verður 1,3 milliónir tons, og Norra eigur 22 prosent. Men Føroyar og Ísland vilja ikki taka av.  

Fiskifrøðingar mæla til, at ikki verður fiskað meira enn knappliga 900.000 tons av makreli í ár. Makrelstríðið millum ES, Norra, Føroyar og Ísland byrjaði í 2010, tá Føroyar ikki vildu góðtaka býtislykiln, sum tá var. Eisini Ísland krevur meira makrel enn ES og Norra góðtaka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328