15 ára gomul skulu sleppa at koyra prutl

15 ára gomul skulu sleppa at koyra prutl
Aldursmarkið til at fáa koyrikort til lítið prutl skal lækkast, heldur Vinnumálaráðið. Ráðið fyri Ferðslutrygd er ímóti.
 
05.03.2014 - 08:54

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í vikuni lagt uppskot um broytingar í ferðslulógini fyri løgtingið.

Ein av broytingunum er at lækka aldursmarkið til at fáa koyrikort til lítið prutl við einum ári. 

Tað merkir, at 15 ára gomul sleppa at koyra lítið prutl, sum kunnu koyra í mesta lagi 30 km/t.

Aldursmarkið til at fáa koyrikort til tey sonevndu stóru prutlini, sum kunnu koyra 45 km/t, skal eisini lækkast - úr 18 árum niður í  16 ár.

Ferðslutrygd ímóti

Ikki øll eru so fegin um broytingarnar.

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at lækka aldursmarkið, tí tað er sannlíkt at broytingarnar elva til fleiri deyðsvanlukkur og fólkaskaðar í ferðsluni.

Tað siga tøl úr Danmark, Svøríki og Eysturríki, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í hoyringssvari. 

Men Vinnumálaráðið hevur onnur tøl, sum ikki siga tað sama sum tølini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og broytir tí ikki uppskotið.

Les alt uppskotið her: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ferðslulóg 

Les eisini: Hoyringssvarið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659