Vilja hava Strandferðsluna at sigla allar dagar

Vilja hava Strandferðsluna at sigla allar dagar
Strandfaraskipini skulu sigla hvønn dag í árinum. Eisini Jóladag, Páskadag og Langafríggjadag, halda Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu
Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu mæla til í einum uppskoti til samtyktar, at Strandferðslan fær hækkað játtanina, so siglt eisini verður halgidagar
Mynd: Samansett mynd

08.03.2014 - 15:32

Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu mæla til í einum uppskoti til samtyktar, sum tey hava lagt fyri løgtingið, at Strandferðslan eisini skal sigla halgidagar.

Eftir uppskotinum skal løgtingið heita á landsstýrið, um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum skerpir sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum.

Peningur játtast til sigling halgidagar

Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu vísa á, at 85 prosent av fólkinum kunnu ferðast sum tey vilja. Tað kunnu 15 prosent av fólkinum ikki, tí tey eru tengd at strandfaraskipunum.

Tey mæla tískil til, at Strandferðslan fær hækkað játtanina, soleiðis at skipini eisini kunnu sigla halgidagarnar í árinum, og at samráðingar vera við fakfeløgini um tað.

Tað eru í løtuni tríggir dagar um árið, har skipini hjá Strandfaraskipum Landsins ikki sigla; Jóladag, Páskadag og Langafríggjadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558