Útlendingmál eiga at verða yvirtikin

Útlendingmál eiga at verða yvirtikin
Framsókn og Tjóðveldi hava lagt uppskot fyri løgtingið
Útlendingamál eru komin fyri løgtingið
 
09.03.2014 - 11:52

Útlendingamál og marknaeftirlit eiga at verða yvirtikin, og teir báðir andstøðuflokkarnir Tjóðveldi og Framsókn hava skotið upp fyri løgtinginum, at tað verður gjørt á nýggjárinum.

Flokkarnir vísa á, at síðani Útlendingastovan varð sett á stovn í 2008 hava í roynd og veru allar málviðgerðir verið í Føroyum, og tí er umsitingin til reiðar at taka ræði á útlendingamálum.

Lættast er í fyrstu syftu at lata danskar lógir og kunngerðir verða verandi í gildi, til føroyskar lógir og fyrisitingarligar mannagongdir eru komnar í staðin, verður sagt í uppskotinum.

Framsókn og Tjóðveldi føra fram, at málið so at siga var klárt at yvirtaka, tá val varð útskrivað í 2003, tí tá høvdu føroysk og donsk embætisfólk samráðst í eitt ár, og drúgv frágreiðing var gjørd, har bert rættlesturin var eftir, áðrenn hon skuldi handast landsstýrinum.

Fyrireikingarnar eru gjørdar

Sostatt eru neyðugu fyrireikingarnar gjørdar, siga Tjóðveldi og Framsókn, sum eisini vísa á, at undanfarna landsstýri hevur arbeitt við málinum, og at Annika Olsen, landsstýriskvinna, og danski ráðharrin, Birthe Rønn Hornbech, hava undirskrivað felags yvirlýsing um málið.

Flokkarnir siga tað vera alneyðugt at yvirtaka útlendingamál, tí støðan nú er ein frumskógarkend fyrsiting, har føroyskir og danskir myndugleikar saman við donsku løgregluni í Føroyum eru uppi í málsviðgerðini. Tað hevur elvt til, at fólk hava bíðað mánaðir og ár eftir svari, hóast viðurskifti teirra eru í lagi, siga Framsókn og Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659