Føroyar fáa 12,6 prosent

Føroyar fáa 12,6 prosent
Føroyar fáa 156 túsund tons av makreli at fiska næstu árini. Hurðin stendur enn á gloppi fyri íslendingum
 
12.03.2014 - 20:33

ES, Norra og Føroyar hava skrivað undir avtalu at skipa fiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum næstu fimm árini. Føroyar fáa 12,6 prosent av heildarkvotuni, sum svarar til 156 túsund tons í ár.

Tað er enn ikki endaliga greitt, hvussu nógv londini kunna fiska hjá hvør øðrum. Tær avtalurnar verða helst undirskrivaðar í morgin, skilir Kringvarpið. Avtalan loyvir føroyskum skipum at fiska í norskum sjógvi, tá makrelurin er feitastur.

Íslendingar eru ikki partar av avtaluni, sum er undirskrivað í kvøld. Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur í ES, sigur kortini í tíðindabrævi í kvøld, at onnur strandarlond kunnu koma upp í avtaluna seinni. Ein kvotapartur er settur av til Ísland, um áhugi er fyri tí.

Hetta er ein umráðandi dagur fyri altjóða fiskiskap, sigur Damanaki.

- Samráðingarnar hava verið drúgvar og strævnar, og vandi var fyri stovninum. Henda avtalan tryggjar eina langtíðarætlan fyri burðardyggan fiskiskap, sigur hon.

Norra fær 279 túsund tons at fiska, ES fær 611 túsund tons og 42 túsund tons verða latin NEAFC at umsita.

Handilsforðingarnar, sum ES setti Føroyum tann 28. august í fjør, eru enn galdandi. Ætlanin er at viðgera tað málið, tá samráðingarnar um sildafiskiskapin verður. Líkindini fyri at fáa semju um sildafiskaskapin eru helst góð, nú strandarlondini komu á mál við makrelsamráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659