Íslendingar eru illa við

Íslendingar eru illa við
Íslendingar eru vónsviknir av, at ES, Norra og Føroyar hava skrivað undir avtalu, uttan at boða sær frá
 
12.03.2014 - 23:12

Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, segði í íslendska Altinginum í kvøld, at tað kemur púra óvart á seg, at makrelavtalan er undirskrivað. Tað skrivar mbl.is.

- Vit hava slakað nógv í okkara krøvum og mettu okkum vera samd við ES um eitt býti. Nú sita vit brádliga uttanfyri, og hini londini hava ikki boðað okkum frá, segði hann.

Íslendski uttanríkisráðharrin segði seg eisini vera vónsviknan av føroyingum.

- Eg skilji lítið av hesum. Eg skilji heldur ikki, at føroyingar hava tikið lut í hesum. Eg metti, at vit stóðu saman í hesum málinum, segði hann.

Gunnar Bragi Sveinsson upplýsti, at íslendska stjórnin fer at viðgera makrelmálið á stjórnarfundi í morgin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659