Hjúnabandslógin til aðru viðgerð í dag

Hjúnabandslógin til aðru viðgerð í dag
Í dag verður onnur viðgerð av uppskotunum, sum skulu loyva samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnaband, til viðgerðar í Løgtinginum
Onnur viðgerð av uppskotunum, sum skulu loyva samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnaband, verður til viðgerðar í Løgtinginum í dag

13.03.2014 - 08:58

Í hesum sambandi hevur áhugafelagsskapurin LGBT gjørt eina seinastu roynd á hesum sinni at ávirka tinglimir til at samtykkja uppskotini.

Hetta hava tey gjørt við at lata hvørjum einstøkum tinglimi eitt bræv, har tey siga seg vilja "mana nakrar ósannar mýtur um samkynd burtur".

Onnur viðgerð av málinum, sum Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava lagt fram saman verður sum sagt í dag.

Meirlutin mælir tinginum frá at samtykkja uppskotini

Tveir samgongutinglimir, Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, hava gjørt vart við sína ónøgd um framferðina hjá samgonguni í hesum málinum.

Samgongan hevur nevniliga gjørt eina avtalu um at atkvøða nei og sostatt ikki lata tinglimir atkvøða eftir egnari sannføring, sum siður annars hevur verið í sonevndu "etisku málunum".

Tað er hetta teir báðir samgongutinglimirnir mótmæla, men kortini fara teir at atkvøða saman við samgonguni - sum altso sigur nei til samkynt borgarligt hjúnalag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659