Nevnd kanna lønirnar hjá Landsstýrinum

Nevnd kanna lønirnar hjá Landsstýrinum
Tinganes
 
23.03.2014 - 15:23

Grein 25 nevndin, ið skal viðgera lønirnar hjá landsstýrinum og løgmanni hevur nú skipað seg.
Allir flokkar hava umboð í nevndini, og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, er valdur til formann í nevndini. Næstformaður er Kristina Háfoss úr Tjóðveldi.
Hinir limirnir í nevndini eru Jákup Mikkelsen og  Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýriflokkinum, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn.
Á tingfundinum 19. mars varð avgjørt at seta eina grein 25 nevnd at viðgera lønirnar og samsýningarnar hjá løgmanni og landsstýrismonnum, eftir at løgmaður legði eitt uppskot fyri tingið, ið broytti munandi um lønarviðurskiftini hjá landstýrinum.
Grein 25 nevndir verða valdar eftir grein 25 í tingskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659